Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Venjaraskifti í fimleikinum í Havn

19/10/2017

Venjaraskifti í fimleikinum í Havn

Krabbameinsfelagið hevur saman við Fimleikafelagnum Ljósið eitt fimleikalið, ið nevnist Firvaldar. Fimleikurin er fyri øll, ið hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi.

Rørsla og styrkivenjing hevur stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at gerast frísk/ur, samstundis, sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.

Tað vóru Beinta Sørensen, fysioterapeutur og Annika Lindenskov, sjúkrarøktarfrøðingur, ið tóku stig til fimleikin av fyrstan tíð.

Beinta og Annika hava avgjørt at taka orlov frá fimleikinum, og Anna Maria Joensen hevur játta at verða venjari. Anna Maria er útbúgvin fysioterapeutur við drúgvum royndum og starvast dagliga á Landssjúkrahúsinum.

Vit vilja takka Beintu og Anniku fyri teirra megnar íkast og arbeiðið sum venjarar í  Firvaldum hesi árini. Hetta tilboðið hevur verið til gagn hjá mongum.

Krabbameinsfelagið fegnast um at Anna Maria hevur tikið við sum venjari og ynskja henni hjartaliga vælkomnari og góða eydnu.

Firvaldar venja hvørt mánakvøld kl. 19.00 til 20.00 í fimleikahøllini Sankta Frans skúla.

Á myndini: frá vinstru Annika Lindenskov, Annamaria Joensen og Beinta M. Sørensen