Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Vælveru Fitness savnaðu 5.302 krónur til Krabbameinsfelagið

28/10/2014


Vælvera lat upp fyri fyrstu ferð í 1. oktober 2010 í Runavík, men skjótt varð avgjørt at lata upp í Havnini eisini, og í 2011 kundu íbúgvar í høvuðsstaðnum eisini venja hjá Vælvera Fitness. Seinasta ár lat venjingarmiðstøðin eisini upp í Vestmanna.

Í samband við føðingardagin, varð nógv gjørt burturúr.

Ein av døgunum varð skipað fyri innsavnan. Fyri hvønn kilometur, sum varð runnin tann dagin, fekk Krabbameinsfelagið fimm krónur frá Vælvera Fitness.

Krabbameinsfelagið hevur nú talt peningin og samanlagt varð upphæddin 1.325,50 krónur. Vælvera Fitness avgjørdi at fýrafalda upphæddina og endaliga upphæddin gjørdist 5.302 krónur til Krabbameinsfelagið.

Krabbameinsfelagið takkar hjartaliga fyri stuðulin.

Á myndini síggjast Rune Petersen, stjóri í Vælveru Fitness og Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum