Væleydna ráðstevna

Leygardagin 7. mars skipaði Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum fyri stórari ráðstevnu í miðbýnum í Havn í samband við at bólkurin fylti 10 ár.
Formaðurin Jákup N. Olsen bjóðaði vælkomin og ynskti Undrilívsbólkinum tillukku við 10 ára degnum. Ráðstevna var síðani sett av Katrin Kallsberg, yvirlækna, setan endaði við tónleiki frá Sharon Weiss og Ívar Bærentsen. Pernille Tine Jensen, yvirlækni í gynækologi á Odense universitetssjúkrahús, helt fyrilestur um krabbamein í undirlívinum. Á ráðstevnununi var eisini høvi at luttaka á ymsum verkstovum - Seinfylgjur og viðgerð, við Pernille Tine Jensen, yvirlækna - At koma seg eftir krabbamein, við Duritu Tausen - Lívmóðurhálskrabbi og HPV vaccina, við Ann Danielsen, yvirlækna. - "tvær søgur , ein sjúka" við systrunum Dagmar og Beintu Clothier.
Ráðstevnan endaði í Posthúskjallaranum. Beinta Clothier las upp klummu sum Armgarð Arge, teologur, hevði skriva til tiltakið og Beinta Højsted, forkvinna í undirlívsbólkinum helt røðu. Síðani var fari niðan í hølini hjá Frelsunarherinum til kirkjukvirru við Ann Dahl Hansen, presti, har livandi ljós í pappírsposum vóru tendrað og kóri Kata sang.
Krabbameinsfelagið ynskir hjartaliga at takka øllum ið hava stuðla og hjálpt til, og øllum sum vóru við til at gera tiltakið so fjøllbroytt og væleydna.