Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Væleydna kvøldseta á Reinsarínum

6/10/2017

Kvøldsetan hjá Bót til Bata og Krabbakvinnum í gjárkvøldið eydnaðist sera væl.

Fýra djarvar ungar kvinnur, sum allar hava havt bróstkrabba, søgdu sína søgu fyri nógvu fólkunum, ið høvdu leita sær á gátt.

Gestirnir fingu drekkamun og lekkra kaku frá Mylnuni, hoyrdu søgur og Guðrun Sólju og Janus Kamban sungu.

Nógv ognaðu sær eisini nýggja vakra Bót til Bata armbandið, sum Elsa Bech hevur sniðgivið og gjørt saman við Krabbakvinnunum.