Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Væleydna ferð til Edinburgh

28/8/2015
Myndin er tikin í Edinburgh Zoo

Væleydna ferð til Edinburgh

Vikuskifti 14. – 17. august 2015 skipaði Krabbameinsfelagið fyri bólkaferð til Edinburgh fyri familjur at børnum, sum hava, ella hava havt krabbamein. 23 fólk vóru í ferðalagnum og túrurin var sera væleydnaður.

Tey ferðandi vóru m.a. rundferð við bussi og sóðu søgulig og kend støð. Tey vitjaðu Edinburgh Dungeon, sum er ein samanrenning av søgu og upplivingum, stuttligt og ræðandi. Tey vóru í Edinburg Zoo sum er ein hugnaligur djóragarður í einum stórum  náttúruvøkrum øki. Tey vitjaðu eisini Edinburgh Castle í góðveðrinum har nógv spennandi var at síggja.

Krabbameinsfelagið er sera fegi um at hava skipa fyri túrinum og at tað eydnaðis  væl. Ferðin varð fíggja við pengum frá innsavningini hjá Team Rynkeby Føroyar.

Á vitjan í Edinburgh Zoo

Edinburgh

Á vitja á Edinburgh Castle