Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Útferð í Kallsoynna við Foreldrabólkinum

23/5/2019

Útferð í Kallsoynna við Foreldrabólkinum

Foreldrabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri útferð í Kallsoynna Kristi himmalferðadag hósdagin 30. mai. Fari verður við Sam úr Klaksvík kl. 10.00 og komi verður aftur til Klaksvíkar áleið kl. 18.00.

Hava tit hug at koma við? Ring til Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella skriva til okkum á teldupost kmf@krabbamein.fo og hoyr nærri.

Um foreldrabólkin

Foreldrabólkurin er ein sjálvhjálparbólkur hjá Krabbameinsfelagnum. Endamálið er at stuðla og ráðgeva foreldrum hvørs barn hevur ella hevur havt krabbamein og foreldrum, ið hava mist barn av krabbameini.

Bólkurin leggur dent á hugna, nærveru og  at vera saman við øðrum, sum eiga eitt barn við krabbameini, ella hava mist eitt barn, og sum kenna til ta sorg og máttloysi, tað ber í sær.