Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri hugnaløtu

Innbjóðing til hugnakvøld hjá Undirlívsbólkinum hjá Krabbameinsfelagnum.

Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri hugnaløtu týskvøldið 15. november kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegnum 58, Tórshavn.

Skrá fyri kvøldið:

           19.00    Vælkomin

19.15    Margret Mortensen sigur frá um sorg í samband við at fáa staðfest krabbamein, familjuna, tey ungu og børnini í støðuni og tómrúmið, sum er eftir viðgerðina. Margret Mortensen er sjúkrarøktarfrøðingur við sergrein í krabbameinsviðgerð og psykoterapeutur.

20.00    Drekkamunnur og prát

21.00    Liðugt

Øll eru hjartaliga vælkomin

Vinarliga boða frá luttøku á kmf@krabbamein.fo ella við at ringja til Krabbameinsfelagið á 317959 innan 15. november kl.15.00.

Vinarliga

Beinta E. Højsted, forkvinna í Undirlív