Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum hittist 8. juni kl. 13-15

Undirlívsbólkurin hittist aftur mánadagin 8. juni frá kl. 13.00 til kl. 15.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58, í Havn.
Tá krabbamein rakar er vanligt at hava nógvar spurningar. Tørvurin á upplýsing, vitan, stuðli og hjálp kann vera stórur.
Tað er gott at fáa nógva og góða hjálp frá familju, vinum og fakfólki. Okkara royndir vísa, at tað harafturat hjálpir at hitta og koma saman við øðrum í somu støðu og sum hava kent sjúkuna á egnum kroppi.
At fáa eitt prát, stuðla og hjálpa hvør øðrum og í fullum trúnaði práta um tað, ið man hevur til felags og eisini um tað, ið kann vera torført og tungt at bera.
Boða frá luttøku niðanfyri.