Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Um kanningina: At liva við krabbameini

17/9/2007

Endamálið er at geva sjúklingunum vitan, virkismøguleikar og stuðul, soleiðis at gerandisdagurin kann halda fram á best møguligan hátt við teimum avmarkingum, sum sjúkan førir við sær likamliga, sálarliga, sosialt og eksistensielt.

Tey sum ynskja at luttaka ella fáa meira at um kannigina verða biðin um at ringja til felagið, tlf. 31 79 59, mánadag til fríggjadag frá kl. 13 til 15.

Fleiri og fleiri fáa staðfest krabbamein, og nógv tey flestu, sum skulu liva við sjúkuni, merkja avleiðingarnar, sum eisini kunnu koma fyri, eftir at sjúklingurin er vorðin sagdur frískur.

Tí er Føroya felag móti krabbameini í ferð við eina kanning, har fólk, sum eru sjúk av krabbameini, svara spurningum um, hvussu tey liva við sjúkuni.

Nógvir sjúklingar hava longu svarað spurnablaðnum, sum er um

• Hvussu sjúklingurin er fyri likamliga, sálarliga, mentalt og kensluliga

• Hvussu sjúklingurin er fyri sosialt, tað vil siga familjuviðurskifti,vinir og onnur sambond

• Hvussu sjúklingurin er fyri, tá ið hann má í annað land undir sjúkugongdini og má samskifta á øðrum máli enn móðurmálinum

• Hvussu sjúklingurin er fyri, tá ið tað ræður um inntøku, fíggjarviðurskifti sum heild, bústað, arbeiði, trygging og annað líknandi.

Jú fleiri, ið svara, jú betur kunnu vit lýsa trupulleikarnar, sjúklingarnir hava.

Tí heitir Krabbameinsfelagið á øll áhugað, um at seta seg í samband við Føroya felag móti krabbameini og fáa meiri kunning um kanningina.

Í næstum fáa fleiri, sum hava svarað spurnablaðnum skrivliga, møguleika fyri at útgreina nakrar spurningar munnliga, tí nú byrjar næsta stigið í kanningini, har sjúklingar og næstu avvarðandi teirra verða biðin at greiða frá royndum sínum.

Tað er góð orsøk at lata tey sjúkuraktu sjálv greiða frá síni støðu og lata tey svara spurninginum: Hvat kunnu sjúklingar og avvarðandi læra fakfólk í hesum sambandi.