Tvørfakligur evnidagur

FÁ2, er ein áhugabólkur undir felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum starvast við og/ella hava áhuga fyri krabbameini, AIDS og palliatión.
Innan krabbameinsøkið geva vit eitt nú kemoterapi til nógv fólk, ið eru høgt uppi í árunum. Fyri nøkrum árum síðani var eitt aldursmark fyri, nær fólk kundu fáa kemoterapi, men soleiðis er ikki longur. Nú verður mett út frá, hvussu fólk eru fyri, fysiskt og sálarliga, og tískil eru nógv, ið fáa viðgerð langt upp í áttatiárini, sigur bólkurin.
Lagt verður afturat, at Kaare Christensen hevur gjøt nógvar kanningar av eitt nú tvíburum - um hesir eldast eins, ella um tað eru onnur ting, ið spæla inn.
- Seinnapartin hendan dagin verður tosa um, hvussu menn klára at gerast sjúkir. Hví fara menn ofta ov seint til læknan, tá okkurt álvarsamt er áfatt - ella, eru hetta bara fordómar?
Fyrilestrahaldari er danin Kaare Christensen,
Dr.med.
Professari og yvirlækni
Skráin fyri dagin er:Kl 09:00 – 10:30 Hvussu ávirkiligur er aldurdómurin?Kl 10:35 – 12:00 Teir elstu sjúklingarnir- hvat gera vit?Kl 12:30 – 15:30 Menn og sjúkur – so er rok!
Stað: Veitsluhøllin á Landssjúkrahúsinum
Kostnaður: Limir í FÁ2 350,-kr, ikki limir 450,- kr . íroknað ábit og drekka.
Tilmelding: Við at gjalda á konto hjá FÁ2 kontonr.: 6460-1620365, viðmerk navn
Tilmeldigarfreist: 19. oktober.
Á myndini síggja vit Kaare Christensen, dr. med, professara og yvirlækna.