Tvey nýggj starvsfólk hjá Krabbameinsfelagnum

Oddbjørg er 49 ár, útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur. Hon hevur eftirútbúgving innan kognitiva viðgerð og mindfullness. Oddbjørg hevur starvast nógv ár innan psykiatri, bæði við røkt og undirvísing, eisini hevur hon starvast á Ílegusavninum, har hon hevur verið knýtt at ymsum granskingarverkætlanum. Oddbjørg hevur drúgvar royndir í samtaluterapi og at tosa við fólk í sorg og kreppu. Oddbjørg kemur í starv fyri Onnu Mariu Østerø sum er í farloyvi.

Poula er 34 ár, útbúgvin innan sølu og tænastu. Hon hevur í mong ár fingist við tryggingarvirksemi. Poula hevur drúgvar royndir innan m.a. umsiting, sølu og tænastu, vørumenning o.a. Poula er í starvsvenjing gjøgnum arbeiðsloysisskipanina í fyribils 5 mánaðir. Poula kemur at starvast á skrivstovu felagsins.
