Tubbaksroykur: Føroyar við í altjóða luft-góðsku kanning
Altjóða luft-góðsku kanning: Samandráttur
Inndura luftgóðskuroyndir, ið Fyribyrgingarráðið hevur staðið fyri, sýna, at støð, har innandura royking er loyvd í Føroyum eru munandi verri dálkað enn roykleys støð og uttandura luft. Arbeiðstakarar og almenningurin eru fyri skaðiligum nøgdum av kendum krabbaelvandi evnum og eiturevnum (passiv royking) í støðum, har royking er loyvd. Politisk átøk, ið banna innandura royking minka nógv um tann passiva roykin, sum fólk fáa niður í seg, og tey bøta um almannaheilsuna.Altjóða stovnurin fyri krabbameinskanningar undir Heimsheilsustovninum (WHO), Roswell Park krabbameinsstovnurin og Skúlin fyri almannaheilsu á Harvard skipaðu fyri eini heimsumfatandi luft-eftirlits-kanning í 2005 – 2006.Verkætlanin miðaði eftir at skipa fyri luft-góðsku-kanningum í 24 londum til tess at útvega samanberingargrundarlag fyri nøgdir av passivum-royki, sum vóru í teimum londunum.Føroyar vórðu bodnar at verða við í kanningunum í avgust 2006 sum framhald av upprunaligu verkætlanini, og innandura góðskumátingar vóru gjørdar her í oktober og november 2006.
Hvat varð mált og hví?
Kanningar máldu smáar bitlar í innandura luft. Smáir bitlar koma fram í stórum nøgdum, tá ið fest verður í tubakk. PM2,5 er heitið á bitlum, ið eru minni enn 2,5 mikron í tvørmáti.Bitlar í hesari stødd eru serstakliga vandamiklir, tí teir verða drignir so djúpt niður í lunguni, har teir elva skaða. Eisini ber til at avgera nøgdir av øðrum skaðiligum evnum í tubakki úr kendum støddum og til PM2,5. Heimsheilsufelagsskapurin (WHO) hevur ásett fyrisett mát fyri luft-góðsku til tess at verja almennu heilsuna. Fyrisettu luftgóðskumátini fyri PM2,5 sambært WHO er árligt miðaltal, ið er 10 ug/m3 og fyri eitt samdøgur 25 ug/m3.Í altjóða vísindaligum felagsskapum er eingin ivi longur um “at passivur roykur elvir til hjartasjúkur, lungnakrabba, krabba í hjáholunum, brádligan vøggudeyða, astma og millumoyrnabruna hjá børnum umframt aðrar sjúkur í andingarleiðunum.Tá ið um hjartasjúku ræður, kann enntá stutt bil, sum fólk eru fyri passivum royki, hava stóra ávirkan skeiva vegin. Eisini er próvfast, at tað at vera fyri passivum royki orsakar heilabløðing, gevur lága burðarvekt, fær kvinnur at hitta reis og hevur ringa ávirkan á fatanarevni og atburð, fær systiska fibrosu at versna, elvir krabba í lívmóðurhálsinum og bróstkrabba”
Hvussu og hvar máldu vit?
TSI Sidepak útgerð varð lænt at máta PM2,5 nøgdirnar í Føroyum. Mátingar vórðu gjørdar í nógvum ymiskum støðum sum t.d. náttklubbum, matstøðum, handlum, skrivstovum, skúlum og í floghavnini. Hesin samandráttur nemur bara við høvuðsevnini úr fullfíggjaðu frágreiðingini.
Hvat funnu vit?24 pláss, har staksýni vórðu tikin loyvdu royking og høvdu “royking undir eftirliti”. Geometriska miðalkonsentratión av PM2,5 í hesum støðum var 163 ug/m3. 18 roykleys støð høvdu eina miðalkonsentratión, sum lá um 10 PM2,5 ug/m3.Sostatt var innandura luftin dálkað við bitlum 15.9 ferðir hægri har, ið roykt var, samanborið við roykleys pláss.Í 5 av teim støðum, har mátað varð, var eingin aktiv royking inni í sjálvum rúminum, men tey vóru tó ikki roykfrí, tí mátingarnar vístu dálking av tubbaksroyki í luftini.Stað # 27 var ein stórur skrivstovubygningur, har eingin royking var í løtuni, men nýliga hevði verið roykt harinni. # 25 og #26 vóru matstovur, har ikki varð roykt, men tær vóru tengdar at øðrum rúmum, haðan roykur kundi koma inn í rúmið.Í einum stað vaks PM2,5 virðið frá 30 ug/m3 til 100 ug/m3 uppá 45 minuttir.
Floghavnin í Vágum
Tvær ferðir vórðu royndir tiknar í floghavnini, og tær sýndu eitt miðalstig fyri PM2,5 sum var 52 µg/m3 og 34 µg/m3. Hesar PM2,5 mátingar vórðu gjørdar við eitt ikki-roykara borð, har ið matur varð borðreiddur. Ongantíð sóust fleiri enn 5 sigarettir verða royktar har. Ongar seinkingar vóru í ferðsluni, og ferðslan var ikki nógv. Millum hesar mátingar var ein serliga ógvuslig máting í 10 minuttir, sum máldi 200 µg/m3 PM2,5 Hesaferð vóru tvey born - eitt pinkubarn og eitt smábarn - innan fyri ikki-roykøkið, men kortini bara tveir metrar frá einum borði við roykjarum í roykideildini. Soleiðis sæst, at miðlatølini í frágreiðingini avdúka ikki altíð, at fólk kunnu hava fingið nógvan royk í seg í stuttum løtum.
Stórhandil í Føroyum
Meðan kanningin fór fram, setti størsti stórhandil í Føroyum sjálvboðin roykloysis-politikk í verk. Tað hendi, samstundis sum stór umbygging fór fram, og vaksið varð um bygningin. 13. oktobur sýndu mátingar í ikki-roykjaradeildini - á matstovuøkinum beint við roykiøkið - eitt miðalstig, sum var 67 µg/m3 PM2,5.SMS varð roykleyst tann 25 oktober 2006.Tann 16. nov. 2006 varð sama pláss mált aftur, og úrslitið var eitt miðalstig, sum var 9 µg/m3 (staður #45). Seinna talið er beint undir mátið, sum WHO hevur sett fyri árliga miðal-luftgóðsku, sum er 10 µg/m3. Mátingarnar frammanundan og aftaná í SMS sýna, hvussu munagóður royloysis-politikkur er til at skapa almenninginum sunt umhvørvi og serstakliga fyri starvsfólkið í miðstøðini.
Fer tað at hava fíggjarligar avleiðingar fyri gestavinnuna, um roykloysis politikkur verður settur í verk?
Tey, ið eiga náttklubbar og matstovur/drykkjustovur gera ofta vart við, at tey ræðast fíggjarligu ávirkanina av roykloysislógum. Nógvar kanningar seinastu 10 árini vísa kortini – so hvørt sum roykloysislógir eru settar í gildi um allan heim – hvussu lítla ávirkan, tað hevur á gestavinnuna - og als onga skeiva.Kanningar hava havt atlit at ymsum táttum sum t.d. almennu meiningini, skattakvittanum, sølutølum og arbeiðstølum. Á nøkrum økjum var búskaparlig framgongd í gestavinnuni, eftir at lóggáva um roykleyst umhvørvi varð sett í verk.Upplýsingar er fingnar úr Noregi frá kanning, ið kannaði skatt, sum gestavinnan rindaði, eftir at royk-frí lóg varð sett í gildi í juni 2004. Upplýsingar avdúkaðu eina broyting undir 1% (-0.8), sum samsvarar við úrslit úr øðrum londum. Aðrir fíggjarligir fyrimunir eru harumframt, t.d. minni útreiðslur til reingerð og betri heilsa hjá starvsfólkum, sum aftur kann hava økt arbeiðssemi við sær.
Hvør er heilsuávirkanin á starvsfólk, tá ið arbeiðsplássið verður roykleyst?
Arbeiðstakarar fáa nógv burtur úr lógum um roykloysi. Eftir at ríkislóg um roykleys arbeiðspláss varð sett í gildi í Kalifornia vístu sýnisroyndir tiknar av barrvørðum beinanvegin batar í andingarleiðini. Onnur kanning vísti, at bráíkomið hjartainfarkt minkaði 40% hjá sjúklingum, sum lagdir vórðu inn á økissjúkrahús teir 6 mánaðirnar, áseting um roykloysi var í gildi. Lóggáva um roykloysi í Skotlandi varð sett í samband við, at nógv óheppin heilsueyðkenni, lungnavirksemi og systemiskur bruni hjá øll barrarbeiðsfólki batnaði týðiliga og skjótt. Barrarbeiðsfólk, fongd við astma, høvdu nógv minni bruna í andingarleiðini, og tey livdu nógv betur.
Hvussu hevur almenningur tikið undir við strongum ikki-roykjara politikki?
Almenna undirtøkan fyri royk-loysis plitikki hevur verið ógvuliga góð. Heilt nógvar kanningar eru gjørdar, har strong tiltøk eru sett í verk, sum vísa góða almenna undirtøka bæði frá ikki-roykjarum og roykjarum. Ein spurnarkanning, sum Stovnurin fyri Tubbakseftirlit í Írlandi (Office of Tobacco Control in Ireland) skipaði fyri eitt ár eftir, at lógin var farin at virka, vísti ómetaliga góða almenna undirtøku fyri roykloysis-lóggávu. 93% tóku undir við lógini, 80% av roykjarum eisini. Kanningar vísa eisini, at undirtøkan veksur, eftir at royk-frí lóggáva er sett í verk. Nógv tann størsti parturin av fólkinum vil hava umhvørvi, ið er roykleyst.
Niðurstøða
Støð, ið loyva royking innandura í Føroyum, eru nógv meira dálkað enn innandura luft, har ikki verður roykt og eisini uttanduraluft. Starvsfólk og almenningur anda í seg skaðiligar nøgdir av kendum krabbaelvandi evnum og eiturevnum (passivum royki), har ið royking er loyvd.Tiltøk, ið banna innandura royking, minka stórliga um tann passiva royk, fólk anda í seg, og tey bøta um almennu heilsuna.