Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Tiltak fyri sysktin at krabbameinsjúklingum

12/3/2007

Foreldrabólkurin at børnum við krabbameini, skipar 12. mai 2007 fyri degi fyri sysktin at krabbameinsjúklingum.Foreldrabólkurin at børnum við krabbameini er bólkur undir Føroya Felag Móti Krabbameini.

Titakið verður í hølunum hja Føroya Felag Móti Krabbameini á Grønlandsvegi 58, Tórshavn, leygardagin tann 12. mai 2007.

Endamálið við hesum degi er, at samlað sysktin at krabbameinsjúklingum.Sysktin kunnu oftani kenna seg í eini serligari støðu, og gevur hesin dagur møguleika fyri at hitta onnur sysktin og deila tær erfaringar sum tey hava.

Undirvísari og leiðari á degunum verður Kathrina L. Joensen, sálarfrøðingur

Byrja verður kl. 11.00 og innhaldi á degnum verður:
- upplegg við sálarfrøðingi.
- upplestur hvat sysktin hava sagt og skriva um sína støðu.
- prát í bólki.
- ganga ein túr um viðrar – túrurin hevur eitt ávíst endamál.

Kl. 15 samlast foreldur – har tey fáa eina stutta frágreiðing, um hvat tað vil siga at vera systkin og hvat ið innihaldi á degnum hevur verið. (Foreldrini fáa ikki alt at vita)- dagurin endar við at øll, baði foreldur og systkin, fara út at eta og bowla!

Tilmelding hjá Føroya Felag Móti Krabbameini í seinasta lagi hósdagin 10. mai 2007 á telefon 317959/ 217959 ella teldupostadressa: ffk@krabbamein.fo