Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

The Body Shop í SMS skipar fyri make-up skeiði týskvøldið 7. februar

20/1/2017

Makeup & Hár/húðrøkt skeið týskvøldið 7/2-17 kl. 18.15 í The Body Shop í SMS, til kvinnur í eru í viðgerð fyri krabbamein

Asloy og Noomi frá The Body Shop fara at greiða frá um húðrøkt og makeup. Hjá summum kann húðin broytast og gerast sartari. Tískil er gott at vita, hvussu húðin skal røktast rætt. Makeup kann gera, at daglidagurin kennist lættari, av tí tú følir teg frískari við einari lættari makeup.

Fríðgerð frá Salong Fríðgerð fer at greiða frá, um hvørjir møguleikar eru, nú tú missur hárið; skalt tú hava parykk, hvussu bindir tú turruklæðið uppá ein smartan máta, hvørjar húgvur eru at fáa og hvussu røktar tú hárbotnin? Ja, spurningarnir eru nógvir, og Frígerð fer at geva tær íblástur til tín tørv.  Skeiðið er ókeypis.

Tilmelding er seinasta lagi 6. februar  hjá The Body Shop á telefon 319505 ella 519505 ella ring til  Salong Fríðgerð telefon 511545