Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Tey norðurlendsku krabbameinsfeløgini hava havt fund í Keypmannahavn

24/2/2014

Ein arbeiðsbólkur við limum úr øllum NCU londum hevur í eina tíð arbeitt við at tilevna nýtt uppskot til strategi. Arbeiðsbólkurin mælir til, at NCU tey næstu 5 árini arbeiðir við hesum økjum: registaragrunadaðum epidemiologiskum kanningum, frágreiðandi epidemiologi, samanlíknandi kliniskum epidemiologiskum kanningum og kliniskum royndum. NCU fundurin tók undir við uppskotinum hjá arbeiðsbólkinum, og avgjørdi at geva arbeiðsbólkinum heimild til at arbeiða víðari við at tilevna endaligt upppskot til strategi til aðalfundin í mai 2014.

Á fundinum var eisini umrøða av fundinum við ráðharrarnar í Útnorði, ið varð hildin í januar 2014, har Jákup N. Olsen, formaður, og Birita Ludvíksdóttir, samskipari, luttóku, sum umboð fyri NCU. Á NCUfundinum varð avgjørt at senda felagsskrivið: “Fællesnordisk indsats til monitorering, kvalitetssikring, og udvikling af kræftbehandling og forskning” til Bo Konberg, sum í løtuni er í fer við at skriva eina frágreiðing um, á hvønn hátt Norðanlond skulu samstarva á heilsuøkinum framyvir.

Næsti NCU fundur verður hildin tann 26. Mai 2014.