Takk til SMS

Á kvøldsetuni, hevði Katrina Lindenskov Holm sálarfrøðingur fyrilestur um, hvussu krabbamein rakar alla familjuna. Petur Elias Nielsen segði frá, hvussu tað var at vera avvarandi hjá konu, sum hevði fingið staðfest bróstkrabba. Lív Næs og Tróndur Enni undirhildu við góðum sangi og tónleiki. Í steðginum varð ábit, sum Mylnan og SMS bjóðaðu. Kvinnurnar í Bót til Bata vóru at hitta til eitt prát, og tær seldu eisini bandana og oyralokkar, sum Mikkalina glas hevur gjørt. Peningurin fer óskerdur til gransking av bróskrabba og til arbeiði hjá Bót til Bata.
.
Krabbameinsfelagið ynskir hjartaliga at takka øllum, sum vóru við til at gera tiltakið so fjøllbroytt og væleydna.