TAKK!
Tá ið talt var upp sunnukvøldið, vóru komnar inn 5.535.884,-kr.
Vit telja enn, og vit rokna við at hava endaliga talið í næstu viku.
Vit eru bæði ovfarin og eyðmjúk um góða úrslitið, og tøkkina eiga øll tit, ið vóru við í fyrireikingunum og tit mongu túsund, ið stuðlaðu sjálvari innsavningini.
Vit takka øllum teimum, ið luttóku í sendingini, einstaklingum, tónleikarum, listafólkum, fyriskiparum, fyritøkum, feløgum, skúlum og sjálvbodnum, sum við hjálpsemi, tænastum, pengagávum og á annan hátt stuðlaðu okkum.
Eina serstaka tøkk fær Runavíkar kommuna fyri góða samstarvið og góðu karmarnar um tiltakið.
Sanniliga stóðu vit saman 26. oktober.

