Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Tað ringasta - yrking eftir Lenu Jacobsen

12/10/2017

Tað ringasta

- ognað øllum við krabbameini og øllum, ið hava følt sviðan av herviligu sjúkuni.

Tað ringasta …

er ikki bíðitíðin

og tankarnir áðrenn tú fert til læknan

er ikki sjálv kanningin

ella hvítkitlaða niðurstøðan

ei heldur drúgva skurðviðgerðin

ella ússaligi kroppurin og uppvenjingin

heldur ikki sváru orðini til gomlu foreldrini

Tað ringasta …

eru ikki mongu kanningarnar og drúgva bíðitíðin

og at vænta tað ringasta

men tað fløvar inn á bein og birtir vónir

at føla allar berandi hendur í sjúkrahúsverkinum

og kring um í oyggjunum

og somuleiðis at hitta aðrar við somu sjúku

Tað ringasta …

er heldur ikki at fáa sjálva niðurstøðuna

henda harðliga brestin

sum skakar grundvøllin

- hoyra lemjandi orðini um tað

tú helt vera deyðsdómur

Tað ringasta …

er ikki viðgerðin aftaná

ikki mongu blóðroyndirnar hóast tú hatar blóð

ei heldur innspræning í æðrar

og uppblásti kroppurin

sum skal tøma bløðruna í heilum

og hevur kvalma og spýggjan í hálsinum

ei heldur at missa hárið

og hava tveir parúkkar at skifta ímillum

at bara hava annað bróstið og hitt úr silikon

ei heldur at vita

hvussu dagurin fer at ganga

orkar tú eitt sindur ella als einki

ella mást tú liggja í songini við fepri

og kanska enda aftur á sjúkrahúsinum

Tað ringasta er ikki …

at kroppurin berjist ímóti sær sjálvum

at tú ikki veitst hvør partur fer at vinna

kanska orkar tú ikki úr songini á jólum

ella ert tú ikki longur her tá

at hugsa um børnini og mannin

og tankarnir lemja og pína grátuliga

og tú vildi farið ígjøgnum eld

um tað kundi bjarga tykkum

kanska upplivir tú ikki dóttrina sum hálvvaksna

og sonin sum skúlanæming

og hvat skal tú svara soninum

tá ið hann undrandi spyr:

mamma er tað ikki løgið?

fyrst vart tú leingi á sjúkrahúsinum

so misti tú boppuna

og nú hevur tú verið heima

og so missir tú hárið?

tú hyggur at honum

sigur einki

fert tú at missa meir?

tú liggur vakin um næturnar

turkar kjálkarnar óteljandi ferðir

hugsar drenandi tankar

og biður Gud um at kunna klára dagin

ein mánað ella meir

tú vónar

men væntar einki

og fyrireikar jarðarferðina

Tað ringasta er ikki …

at lívið ikki longur er ein sjálvfylgja

men tú takkar fyri løtuna – tíman - dagin

og so hjartaliga øllum hjálpandi og uggandi hondum

og skemtandi prátinum

sum setir lívsvónina fram um vónloysið

- ið hvussu er eina løtu

tú gleðist um at kunna tendra eitt ljós

og hyggja inn í blaktrandi logan

glæman mennist so líðandi

og tú játtar fyri tær sjálvari:

EG LIVI … ENN

Men tað ringasta er …

at noyðast

at sleppa!

sleppa teimum tú elskar

sleppa vinum

bygdini

fjøllunum

sandinum og Lítlu Dímun

sleppa øllum!

tú ætlar tær at sveima har uppi

ósjónliga fylgja við tínum kæru

ugga tey

kína

og elska tey

Sum dagarnir ganga …

veksur vónin

og tú ásannar

at tú ert á veg

inn av eggini

inn frá tromini

har tú hugdi niður í dýpið

og roknaði við at fara útav

so nógv at takka fyri

- ómetaliga nógv -

og tú ert nøgd við

”bara”

at kunna liva!

Lena Jacobsen, 11.03.2017