Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Tað hevur stóran týdning, at eisini roykjarar eta nógva frukt

14/9/2007

Talan er her um eina nýggja doktararitgerð, sum Kræftens Bekæmpelse í Danmark hevur fíggjað. Kanningin prógvar, at tað eisini er umráðandi, at roykjarar eta ríkiligt av frukt og grønmeti.

Ein niðurstøða frá hesi kanning er, at eta roykjarar meira enn 400 gr. av frukt pr. dag, so minkar vandin fyri at fáa lungnakrabba við 35%, samanborið við roykjarar, sum eta lítið ella als ikki frukt.

Í hesum føri svarar 400 gr. av frukt til í minsta lagi 4 stk. um dagin.So tað hevur stóran týdning fyri tey, sum ikki klára at leggja av at roykja, at tey eta nógva frukt og nógv grønmeti.

Tað er Halla Skúladóttir, lækni, sum byggir sínar niðurstøður á eina kanning, sum verður nevnd: "Kost, kræft og helbred".

Í kanningini vóru 55.000 fólk millum 50 og 65 ár. Av teimum, sum vóru við í kanningini fingu 250 lungnakrabba.