Tá krabbamein ávirkar seksualitetin

Í døgunum 12. og 13. februar skipar Krabbameinsfelagið fyri undirvísing og kunnandi tiltaki um, tá krabbamein ávirkar seksualitetin.
Bæði sjúka og viðgerð kunnu geva sálarlig og kropslig árin, sum ávirka seksualitetin.
Hvørjir møguleikar eru fyri at viðgerða seksuellar trupulleikar í sambandi sjúku og viðgerð?.
Og hvussu kunnu heilsustarvsfólk ráðgeva í truplum spurningum um kynslív?
Hetta eru m. a. spurningar, sum tær báðar Anette Højer Mikkelsen serfrøðingur í sexologiskari ráðgeving, kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur cand.cur. og Birgitte Schantz Laursen serfrøðingur í sexologiskari ráðgeving og lektor, fara at undirvísa í og ráðgeva um. Báðar starvast tær á Sexologisk Center á Aalborg Universitetshospital.
Kunnandi tiltak um seksualitet og prostatakrabba í Tórshavn
Hóskvøldið 12. februar kl. 19.00 - 21.30 verður tiltak á Hotel Føroyum fyri menn, ið hava ella hava havt prostatakrabba og makum teirra.
Heiti á tiltakinum er: Seksulogisk ráðgeving tá seksualiteturin verður ávrikaður av sjúku og viðgerð. Likamligar og sálarligar trupulleikar, sum standast av viðgerð fyri prostatakrabba, og um, hvørjir møguleikar eru, fyri at fáa hjálp. Eisini koma tær inn á evni sum inkontinens (ringt við at halda uppá vatnið), venjingar av kokubotni og hjálpitól.
Tilmelding fer fram við at ringja á 317959 ella umvegis teldupost poula@krabbamein.fo, í seinasta lagi mikudagin 11. februar kl. 12.00.
Kunnandi tiltak um seksualitet og prostatakrabba í Vági
Fríggjakvøldið 13. februar kl. 18.00 - 20.00 verður tiltak í Fjarlestrardeplinum í Vági, fyri menn, ið hava ella hava havt prostatakrabba og makum teirra.
Heiti á tiltakinum er: Seksulogisk ráðgeving tá seksualiteturin verður ávrikaður av sjúku og viðgerð. Likamligar og sálarligar trupulleikar, sum standast av viðgerð fyri prostatakrabba, og um, hvørjir møguleikar eru, fyri at fáa hjálp. Eisini koma tær inn á evni sum inkontinens (ringt við at halda uppá vatnið), venjingar av kokubotni og hjálpitól.
Tilmelding fer fram við at ringja á 317959 ella umvegis teldupost poula@krabbamein.fo, í seinasta lagi hósdagon 12. februar kl. 12.00.
Undirvísing fyri heilsustarvsfólk
Í samstarv við Landssjúkrahúsið verður skipað fyri undirvísing í Gestaborðstovuni á Landssjúkrahúsinum, hósdagin 12. februar kl. 14.00 - 16.00, fyri heilsustarvsfólki – læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, v.fl.
Heitið á undirvísingini er: Hvussu kann sjúka og viðgerð ávirka seksualitetin? Hvussu kunnu heilsustarvsfólk á bestan hátt ráðgeva í seksulogiskum spurningum, og í størri mun draga seksualitetin inn, sum ein natúrligan part av heilsuarbeiðinum.
Tilmelding fer fram við at ringja á 317959 ella umvegis teldupost poula@krabbamein.fo, í seinasta lagi mikudagin 11. februar kl. 12.00.
Tiltøkini eru ókeypis.