Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Súkkla fyri børnum við krabbameini

24/6/2013

Avtala er gjørd millum Team Rynkeby, Børnacancerfonden og Krabbameinsfelagið um hvussu peningurin skal latast. Team-Rynkeby opererar í Finlandi, Noregi, Svøríki og Danmark við at lata allan peningin til tað lokala barnakrabbameinsgrunnin. Í Føroyum er eingin slíkur sjálvstøðugur grunnur. Tí er grunnurin hjá Krabbameinsfelagnum móttakari av innkomna peninginum. Sæð í tí ljósið at øll krabbameinsrakt børn fara til Danmarkar til viðgerðar og har njóta gott av teimum tilboðum sum danska Børnecancerfonden, fer ein partur av innkomna peninginum til teirra.

Teir sum hava tikið stig til Føroyska partin eru Finn Danberg, Elmar Ósá, Alfred Hummeland, Magnus Magnussen Gunnar Mohr og Aksel Haraldsen. Ætlaninar eru lagdar í samráð við Krabbameinsfelagið og Poul Michelsen, sum umboðar Rynkeby í Føroyum.

Um tú ynskir at vita meira um Team-Rynkeby súkklingina til París summarið 2014, trýst so á her, har tú sært grein hjá Eydnu Skaale, sum var í Sosialinum 21. juni 2013.

Tilmelding til Team-Rynkeby súkklingina kann gerast við at fara inn á www.team-rynkeby.dk og síðan inn á Venteliste til Tour de Paris 2014. Les meira um føroyska Rynkeby-toymið á donsku Rynkeby-heimasíðuni við at trýsta á her

Á myndini síggjast frá vinstru: Gunnar Mohr, Jákup N. Olsen og Aksel Haraldsen