Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Stuðulskonsert við Lív Hansen og Luis Berra á Strondum

13/8/2018

Stuðulskonsert við Lív Hansen og Luis Berra á Strondum

Týskvøldið, 14. august kl. 20, verður stuðulskonsert við Lív Hansen og Luis Berra í bio-salinum í bygdahúsinum á Strondum.

Lív og Luis møttust á Reinsarínum, har Lív við bólki framførdi nøkur løg seinasta mikukvøld. Luis Berra er ein sera kendur klaverspælari úr Italia. Hann býr í Týsklandi og arbeiðir burturav við at undirvísa og framføra tónleik. Aftaná konsertina kom Luis at práta við Lív, og endin varð, at tey bæði framførdu eitt lag saman. Hetta lagið kann hoyrast her.

Hetta var tó ikki endin á teirra samarbeiði, tí nú fara tey at spæla eina stuðulskonsert á Strondum týskvøldið, til frama fyri Krabbameinsfelagið.

Atgongumerkir til konsertina kosta 100 kr, og allur peningurin, sum kemur inn hetta kvøldið, fer til Krabbameinsfelagið.