Stuðul handaður Krabbameinsfelagnum
1/12/2017

Stuðul handaður Krabbameinsfelagnum
Aftur í ár skipaði Ítróttarfelagið Frælsi í Vágum fyri Føroya vakrasta hálvmaraton, og aftur í ár varð somuleiðis møguleiki at ganga gongu½maraton frá Gásadali til Sandavágs. 360 vóru tilmeldaði í 2017 og inn komu kr. 36.000 í stuðli.
Krabbameinsfelagið takkar hjartaliga fyri stuðulin, sum Ítróttarfelagið Frælsi letur felagnum og fyri at bera so í bandið at vit kunnu verða ein partur av hesum vakra tiltakið.
Á myndini: Sigga Jacobsen, Durita Tausen og Simonsarson