Stuðla Team Rynkeby Føroyar

Felagið leggur eisini stóran dent á at stuðla og hjálpa krabbameinsraktum og familjum teirra, upplýsa um krabbameinssjúkur og fyribyrging og arbeiðir fyri gransking.
Felagið skipar fyri einari røð av tiltøkum, tilboðum, ráðgeving, hjálp og stuðli, eitt nú samrøðubólkum, fyrilestrum, evnisdøgnum, rørsluskeiði, hugnaløtum v.m. Eisini ber til at søkja um fíggjarligan stuðul úr Hjálpargrunninum hjá felagnum, um peningur er tøkur í grunninum www.krabbamein.fo
Súkkluátakið er beinleiðis í tráð við andan í felagnum og kjarnuvirði okkara, sum millum annað eru opinleiki, hetta at seta fokus á sjúkuna, umsorgan fyri hvørjum øðrum og tað at samstarva og vera álítandi. Búmerki felagsins - heldin - er eitt gamalt føroysk hjálparamboð, sum varð nýtt til at gera tað lættari at lyfta og bera tungar hoybyrður. Heldin bæði knýtir saman og loysir eina byrðu uppaftur. Súkkluhópurin hjá Team Rynkeby Føroyar ímyndar tað sama - tá góð fólk taka seg saman um eitt jaligt átak, so gerst byrðan nógv lættari og tú kanst koma munandi longri fram á leið.
Vit fegnast eisini um, at tað kemur at hava stóra ávirkan á okkara møguleikar at lætta um byrðarnar hjá børnum við krabbameini
Felagið fær ongan almennan stuðul. Okkara inntøkur eru limgjald og gávur. Við tínum stuðli, hjálpir tú okkum at hjálpa
Stuðla Team Rynkeby Føroyar her