Stuðla Krabbameinsfelagnum við at svara spurnaðarkanningum - skráset teg á spyr.fo

Spyr.fo er ein nýggjur og øðrvísi háttur at gera skjótar og bíligar spurnarkanningar millum føroyingar. Spyr.fo vendir sær til føroyska vinnulívið, skúlar, stovnar, felagsskapir, marknaðarfólk, fjølmiðlar og onnur ið hava tørv á at gera álítandi spurnarkanningarKanningarnar kunnu snúgva seg um hvat sum helst, alt frá meiningakanningum og nøgdsemiskanningum til produktkanningar, lurtara- og hyggjarakanningar, veljarakanningar ella okkurt heilt annað.“Eg havi upplivað, at eg sum ráðgevi og teir kundar, eg havi arbeitt við, hava havt stóran tørv á einum slíkum amboði. Einum skjótum og bíligum hátti at útvega sær virðismikla vitan at byggja sínar avgerðir á. Tí havi eg tikið stig til Spyr.fo” sigur Allan Dalsgarð, stigtakari.Sjálvboðið svarpanel umboðandi allar føroyingarKanningarnar verða svaraðar á fartelefonini av fólki, ið frammanundan hava melda seg til svarpanelið hjá spyr.fo. Málið er at fáa minst 3.000 føroyingar at skráseta seg, so svarpanelið umboðar fólkasamansetingina í Føroyum eftir kyni, aldri og bústaðarøki.Stuðul til KrabbameinsfelagiðEitt annað, ið er serligt við nýggju tænastuni er, at hvørja ferð ein fyritøka, stovnur, felagsskapur ella onnur gera eina spurnarkanning, stuðla tey samstundis einum vælgerandi endamáli. Spyr.fo hevur í samráð við Krabbameinsfelagið valt at lata stuðulin til fyribyrging og upplýsing um prostata- og bróstkrabba, ið er størsti sjúklingabólkurin hjá kvinnum og monnum.“Í Krabbameinsfelagnum eru vit sera fegin um samstarvið við Spyr.fo og eisini um henda øðrvísi háttin at útvega stuðul til eitt gott endamál,” sigur Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum.Skrásetingin er byrjaðSkrásetingin fer fram á heimasíðuni spyr.fo. Heitt verður á fólk í aldrinum 15 ár og eldri í øllum landinum at skráseta seg. Jú fyrr og jú fleiri fólk skráseta seg, tess størri verður áhugin fyri tænastuni og harvið størri verður stuðulin til Krabbameinsfelagið.Tað er spyr.fo við Allan Dalsgarð, ið hevur tikið stig til nýggju tænastuna, ið verður veitt í tøkniligum samstarvi við donsku fyritøkuna Opeepl, ið veitir spurnarkanningar í Danmark og Noregi.Vinaliga Allan Dalsgarð, tel. 517950 / allan@spyr.foSPYR.fo | allan@spyr.fo | M: 517950 | www.spyr.fo | facebook.com/spyr.fo