Stórt frambrot
11/2/2015

Krabbameinsfelagið sær tað, sum eitt stórt frambrot, at urologisk onkologi nú verður samskipað í Føroyum.
Tað merkir, at allir menn í Føroyum nú hava sama møguleika at verða kannaðir av einum visiterandi yvirlækna við sergrein í urologi. Hetta fer at hava við sær eina javna góðsku í viðgerð og eftirviðgerð. Somuleiðis vil hetta økja um tryggleikan hjá einstaka sjúklinginum.
Krabbameinsfelagið takkar landsstýrismanninum í heilsumálum Karsten Hansen fyri, at hann hevur fylgt Krabbameinsætlanini og tilmælinum frá stýrisbólkinum fyri krabbameinsøkið.
Vinarliga
Jákup N. Olsen
Formaður