Stórfingin gáva handa Krabbameinsfelagnum frá “Team Rynkeby-Føroyar 2014”
12/9/2014

Krabbameinsfelagið takkar hjartaliga Team-Rynkeby-Føroyar liðnum og øllum teimum, sum á ymiskan hátt hava stuðla og latið peningaligar gávur. Peningurin er oyramerktur at nýtast til krabbameinsrakt børn og familjur teirra, at stuðla familjunum fíggjarliga og til at stuðla gransking innan krabbamein hjá børnum.
Á myndini síggjast frá vinstru Alfred Hummerland, Team Rynkeby-Føroyar samskipari og súkklari, Jansy Gaardlykke dagligur leiðari á Krabbameinsfelagnum og Team-Rynkeby súkklari, Jákup N. Olsen formaður hjá Krabbameinsfelagnum og Finn Danberg, samskipari hjá Team Rynkeby-Føroyar og súkklari.