Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Spennandi skeið í listterapi

15/11/2013

Í hugnaligum og viðurkennandi umhvørvi fært tú, saman við øðrum í somu støðu, møguleikan at verða hoyrdur og rúmaður við tí, tú hevur uppá hjarta. Tú kanst gloyma teg burtur eina løtu í kreativum uppgávum og arbeiða við tí, ið tyngir og tí, ið gevur meining. Tú kanst gerast meira tilvitað/-ur um teg sjálvan og egnan mátt og á henda hátt styrkjast á tíni leið víðari í lívinum.

Listterapi snýr seg ikki um at gera listarlig meistaraverk, men við t. d. máling, tekning, skriving ella modellering at arbeiða við tíni støðu - tankum og kenslum. Saman við terapeutinum verður tosað um tað, tú hevur tilevnað.

Tær nýtist ikki at hava royndir við listarligum arbeiði frammanundan. Verkini eru áhugaverd innihaldsliga, ikki í útsjónd.

Úttalilsi frá tveimum skeiðluttakarum:

"Skeiðið var ein stór gáva - eg merkti lívd, aksept, at verða hoyrd og hjartalag. Har var sorg, gleði og látur. Eg føli meg heilari, sterkari og fjálgari."

"Tað er fantastiskt, at fáa møguleikan at sleppa at luttaka í bólki saman við øðrum , sum hava verið rakt av somu sjúku, hava merkt og sæð deyðaskuggan, hava staðið á lívsins egg, men tó megna at vent eygunum til vónina og aftur til lívið....Fyri meg var skeiðið  eitt sera gott og endurmennandi átak."

Ætlanin er at hittast einaferð um vikuna í tíggju vikur, fyrstu ferð týsdagin 14. januar 2014. kl. 14.00-17.30.

Skeiðleiðari er: Fía Lamhauge, life coach og listterapeutur.

Áhugaði kunnu tekna seg ella fáa meira at vita við at ringja á telefon 317959, ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo

Vinarliga/ Kind Regards

Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari