Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Sólarmamman sløkti sólina

26/5/2008

Móðurmerkið á bakinum var elalítið og blásvart og skriðaði at kalla slettis ikki. Við tað at tað eru tey fæstu, sum hava yvirlit yvir húðina á bakinum, hevði Birgith við Sandá, nú 55 ár, ikki sjálv givið merkinum gætur. So tað var ikki fyrrenn dóttirin sá tað, hon hugsaði um tað.

Í sínum ungu døgum hevði Birgith sjálv solariusalong. Hetta var í 80’unum, tá tú skuldi vera brún, fyri at síggja væl út – og hetta helst alt árið. So solariusalongin varð dúgliga brúkt – eisini av Birgith sjálvari, bæði vetur og summar. Lítið og einki var at hoyra um vandar í hesum sambandi, og at doyggja av tí var rætt og slætt úrtøkiligt at ímynda sær. Hoyrdi hon onkran tosa um vandan við solarium, hugsaði hon: ”Á, tað mann ikki vera so vandamikið kortini”. Birgith hevur reyðbrúnt hár, og hevur ikki tað bleika, frøknuta húðarslagið sum eyðkennir norðbúgvar, so hon mundi um nakar tola solarium.

Á baðiverilsinum fyri skjótt fimm árum síðani lovaði Birgith enn einaferð at fara til lækna.

- Eg mátti lova teimum at fara til kanningar, tí sum tær søgdu, “vit vilja ikki missa teg, mamma.” Visti ikki, at tær hildu hetta vera so álvarsligt. So eg lovaði teimum, at fyrsta dagin læknaviðtalan læt upp eftir jólafrítíðina, skuldi eg ringja og biðja um tíð.

Læknin helt heldur ikki, at tað sá alarmerandi út: “Birgith, hatta sær púra harmleyst út, men tað er tín avgerð. Vilt tú hava, at eg taki tað, so geri eg tað.” So tað varð lagt upp til mín. Hetta er hugvekjandi, og eg havi síðani hugsað, at tá tað kemur til móðurmerki, er umráðandi, at ein sjálv ikki er ov myndugleikatrúgv, men hinvegin setir krav um at fáa illgrunasom móðurmerki tikin. Eg bað hann taka tað burtur, tað hevði eg jú lovað familjuni at gera, og hann so gjørdi. Hann segði mær, at eg kom at hoyra aftur um einar tvær vikur, tí tað skuldi sendast niður til kanningar. Tá eg var farin út frá læknanum, gloymdi eg alt um tað. Nú hevði eg gjørt, sum familjan ynskti, so nú vóru øll glað. Eg var sannførd um, at mær feilti einki.

Ófrættaboð

Tað gingu góðar tvær vikur. Birgith sat inni í stovuni, tá tað bankaði uppá, og har stóð sjálvur kommunulæknin.

- Eiheldur tá ringdi nøkur klokka hjá mær – tað var so hugnaligt, at hann kom. “Birgith, eg havi tíverri ikki góð boð at bera tær. Hatta var illkynjað, har var krabbamein í móðurmerkinum. Vit noyðast at senda teg víðari.” Eg fór at frætta aftur frá sjúkrahúsinum. Tað var so undarligt. Eg hoyrdi, at hann tosaði um krabbamein, men tað var ikki meg, hann tosaði um. Eg tosaði við hann um ymiskt fyrifallandi, og fór at gera kaffi. Tá hann fór, spurdi hann, um hann ikki skuldi sjúkramelda meg. Eg noktaði, eg skuldi til arbeiðis morgunin eftir, mær feilti jú onki.

- Tá eg legði høvdið niður á koddan sama kvøldið, reageraði eg. Hann hevði sagt, at eg hevði krabbamein! Eg fór at skelva og fekk ein ræðuligan skelk. Maður mín mátti halda um meg, og tað var vónleyst at sova. Eg fór upp at vaska og strúka klæði, og rokaðist alla náttina. Fór kortini til arbeiðis á sjúkrahúsinum eftir eina svøvnleysa nátt. Stutt eftir eg var komin til arbeiðis ringdi læknin av sjúkrahúsinum, at hann hevði fingið boðini, og bað meg koma inn til eina samrøðu. Hann bað meg eisini vera púra róliga, tí teir helst longu høvdu fingið allan krabban burtur, tá móðurmerkið var skorið burtur. Men hann segði eisini, at tað mark er sett, at um tað er yvir 1 millimetur skal ein kannast nærri í sjúkrahússkipanini. “Hjá tær er tað akkurát farið upp um, tað er 1,05, tí má eg senda teg víðari. Um tú vart undir 1, hevði einki verið gjørt.” Hann lovaði at fáa meg víðari so skjótt sum gjørligt.

Verið jalig

Frá tá av megnaði Birgith ikki at arbeiða, og varð sjúkrameldað. Maðurin og hon gjørdu av, at tey skuldu biðja børnini koma heim eitt í senn.

- Hetta var tað ringasta, sum eg havi verið úti fyri í lívinum. At skula siga mínum børnum frá hesum var so nógv verri, enn at fáa at vita, at eg hevði krabbamein. Men eg bønaði tey um at vera positiv, tí eg hevði valt at trúgva, at eg var frísk og fór at verða verandi frísk. Eg bað tey hjálpa mær at vera positiv. Ikki tosa negativt og ikki vera ólukkulig. Men dagarnir vóru ringir at koma ígjøgnum. Ein dagin lá eg á sofuni, og hevði onga megi til nakað. Tann elsta dóttirin kom inn, og segði við meg: “Mamma, ert tú um at fáa eina depressión?” Tey orðini slógu meg ordiliga.

Depressión? Nei, tað skuldi eg ikki hava, so eg reisti meg upp, og læt meg ongantíð koma hartil aftur, at eg bara legði meg. Men hetta var ein ring tíð, tí eg misti svøvnin og matarlystin, og fór nógv aftur. Av tí sama var eg veik, tá eg fór niður til skurðviðgerð, har meiri húð skuldi takast rundanum, har móðurmerkið hevði verið.

Krabbin spjatt seg

Í Danmark skuldi kannast, um krabbin hevði spjatt seg til eitlarnar. Skurðviðgerðin kom at umfata at taka 4 cm í diametur um móðurmerkið og at taka burtur tveir eitlar undir hvørjum armi, fyri at kanna teir.

- Eg var so veik áðrenn skurðviðgerðina, at tað tók útvið tríggjar dagar, áðrenn maður mín hevði fult samband við meg aftur, eftir skurðviðgerðina. Aftaná fekk eg kyknusvøll (‘ødemir’), sum merkir, at eg var upptusnað við vætu undir arminum, nú eitlar vóru tiknir burtur. Hetta er vanligt fyri krabbasjúklingar. Hereftir varð eg send aftur til Føroya, tí læknin meinti, at eg hevði gott av at styrkja meg, áðrenn næstu skurðviðgerð, tí teir noyddust at skera burtur allar eitlarnar undir vinstra armi, hagar krabbin hevði spjatt seg. Vit fingu eina stórfingna vælkomu. Tvey børn vóru eftir okkum á flogvøllinum, og øll familjan var savnað. Eg setti mær fyri at gera alt fyri at styrkja meg, meðan eg var heima. Royndi at eta væl og gekk túrar. Eg var nógv betur fyri, tá eg fór niðuraftur.

- Umsorganin frá medmenniskjum var rørandi. Tað komu so mong, sum eg ikki hevði væntað á gátt hjá mær. Summi bara fyri at siga mær, at tey hugsaðu um meg og bóðu fyri mær. Onkuntíð hekk ein posi av nýbakaðum bollum á hurðini, har eg ikki kendi avsendaran. Tað andaliga hevði og hevur nógv at siga. Samkoman har eg komi, gjørdi mær væl. Biðið varð fyri mær. Eisini í Danmark góvu Kristnastova og onnur mær tryggleika. Tað hevði nógv at siga, tá framtíðin tóktist at ridla undir mær.Maðurin og trý av børnunum vóru um Birgith, meðan hon var á Ríkissjúkrahúsinum. Allir eitlarnir vóru so tiknir undir vinstra armi. Forbinding varð løgd rundanum, og armurin lagdur í fatl. Hon varð liggjandi innløgd, meðan bíðað var eftir úrslitinum.

Gleðiboð

Tann dagin, børnini skuldu fara heimaftur, skuldi eg fáa boð. So kom læknin og boðaði mær frá, at tey høvdu fingið allan sjúka vevnaðin í skurðviðgerðini. Tað hevði harumframt víst seg, at eg hevði verið á 3. av 4 stigum, áðrenn eitlarnir vórðu tiknir. Vit vóru so glað. Eg minnist, at maðurin og eg runnu gjøgnum Fælledparkina í Keypmannahavn í berum ovfarakæti. Maðurin hevði føðingardag henda sama dagin, so sjúklingar og avvarandi høvdu bakað pannukøkur á sjúklingahotellinum Hotel Tórshavn.

Tað var fantastiskt at fara heim og vera frísk.Tú ynskir at trúgva tí, men tað liggur kortini alla tíðina og lúrir – torir tú veruliga at trúgva tí? Eisini hóast tú við tíðini fær tað upp á avstand, koma tíðir, har tú ivast. Lívið er dýrabart – eg takki fyri hvønn morgun, eg vakni. Men eg sigi ikki, sum onkur ger, at eg ikki vildi verið hesa uppliving fyriuttan.

Sløkkið solarium

Birgith hevur ongantíð tikið solarium síðani sjúka móðurmerkið. Men satt at siga kundi Birgith sæð út sum hon hevur ligið skerfløt á plenuni hetta fagra sólríka várið:

- Mær dámar framvegis væl at hava eitt sindur av kuløri, so eg brúki sjálvbrúnara – men mest summarhálvuna. Í dag fáast góðir sjálvbrúnarar. Tað hevur verið tosað um, at sokallaðar ‘parabenir’, sum stundum finnast í sjálvbrúnarum, kunnu vera krabbaelvandi, men í dag fáast sjálvbrúnarar uttan parabenir. Eg brúki EasySun-serviettar frá Vello Cosmetics. Hesir serviettar eru ikki feittutir, lukta ikki og vætan druknar beinanvegin inn í húðina. Eg plagi at koyra sjálvbrúnara á meg, og síðani faktorkrem útyvir fyri at verja meg móti sólini.

Bleiki mótin í dag

Birgith fegnast um, at tað í dag eisini er modernað at vera hvít. Í dag eru mangar hvítar fyrimyndir bæði í Føroyum og uttanlands. Tað er avgjørt vakurt at vera hvítur, og tað er at fegnast um, at fleiri hvítar fyrimyndir eru at síggja í dag. Men tað skerst ikki burtur, at solariubrúnar ungar gentur eru ein sjónligur partur av býarmyndini í dag.

- Tað er syndarligt at síggja hesi ungu solariubrún. 14-16 ára gomul hugsa ikki um at tað kann vera vandamikið at taka sól. Aldursmark á 18 ár eigur at verða umhugsað. Tað hevði verið eitt signal – eisini til foreldur - um at tað veruliga er álvarsligt. Eingin skuldi tikið solarium. Eingin av mínum tekur solarium longur, eiheldur vinfólk hjá okkara børnum. Avleiðingarnar av at vit tóku so nógv sól í 80’unum, tær heysta vit í dag.

Minst til D-vitaminir

D-vitaminir fáa vit gjøgnum sólina. Frá Krabbameinsfelagnum verður víst á, at 15-30 minuttir í sólini um dagin er nóg mikið til at D-vitamin verður uppbygt. Og her er ikki talan um at liggja í bikini, men heldur bara at vera úti í dagsljósi og til dømis ganga ein túr ella arbeiða í garðinum.