Skótar stuðla børnum við krabbameini
Helvtin av peninginum, ið kemur inn, verður latið foreldrabólkinum at børnum við krabbameini.
Enn ber til at stuðla teimum seks rovararnum hjá KFUM-skótunum í Havn, sum Kristi Himmalferðardag fara at ganga av Selatrað til Havnar. Endamálið við túrinum er at savna inn pening til børn við krabbameini umframt at byggja eina skótasmáttu.
Hvat við at keypa eina lýsing á afturpartinum á einum skóta, ið fer til gongu av Selatrað til Havnar?
Møguleikin fyri at lýsingin verður sædd fær í øllum førum illa verðið betri. 105 kilometrar hava seks rovarar hjá KFUM skótunum í Havn nevniliga sett sær fyri at leggja afturum seg Kristi Himmalferðardag, 25. mei og vóna teir nú, at fólk og fyritøkur fara at nýta høvi at stuðla teimum við eini upphædd ella við at keypa lýsingar ymsa staðni á klæðunum.
Helvtin av peninginum, ið kemur inn, hava rovararnir gjørt av at lata foreldrabólkinum at børnum við krabbameini, meðan hin helvtin skal brúkast at byggja eina skótasmáttu fyri.
Umframt at keypa lýsingar ymsa staðni á klæðunum, er eisini høvi hjá privatfólki at stuðla tiltakinum við eini upphædd fyri hvønn kilometur.
Meir fæst at vita um tiltakið og møguleikan at stuðla á tlf 31 31 21 ella 51 31 21.
Tey sum vilja stuðla kunnu flyta pening á konto í Føroya Sparikassa nr. 9181 1493339