Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Skeið í listterapi fyri teg, sum ert varandi sjúk/sjúkur av krabbameini

10/4/2019

Skeið í listterapi fyri teg, sum ert varandi sjúk/sjúkur av krabbameini


Sum nakað nýtt skipar Krabbameinsfelagið fyri skeiði í listterapi fyri varandi sjúk.


Hevur tú áræði og orku at royna nakað nýtt og heldur teg kunna fáa gleði av at koma út millum onnur, samtíðis sum tú gert nakað gott fyri teg sjálvan, er tilboðið um listterapi  møguliga ein góð loysn fyri teg, í tí støðu tú ert í .


Her fært tú eitt frírúm, eitt høvi at sansa og saman við øðrum lýsa teir tankar, sum fylla, á ein skapandi hátt. Tað kann vera við at tekna,mála og skriva. Ja mátarnir at úttrykkja seg eru nógvir. Tú fært eina góða sunna máltíð og kann njóta løturnar í friði, í umstøðum, sum eru fjálgar og hugnaligar. Tú hevur eisini møguleika at fáa  eitt prát við onnur, sum eru í somu støðu.


Á skrá er eisini  sangur, upplestur og felags prát um ymisk viðkomandi evni.


Tað eru Fía Lamhauge, listterapeutur, sum í mong ár hevur havt tey sera vælumtóktu skeiðini í listterapi fyri Krabbameinsfelagið, og Sólrun Jacobsen, ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingur hjá Krabbameinsfelagnum, við royndum og útbúgving innan økið, sum leiða og skipa skeiðið.


Skeiðið byrjar í viku 20. Tit møtast 1 ferð um vikuna í alt 5 ferðir.


Um hetta hevur tín áhuga, ella um tú ynskir at hoyra meira um hetta tilboðið, kann tú ringja til Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella senda ein teldupost til kmf@krabbamein.fo.


Freistin at melda til er fríggjadagin 3. mai 2019.

Afturmelding frá skeiðsluttakara :


Eg havi (á skeiðnum í listterapi) lært, at tað ber til at liva við krabbameini.