Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Skeið í andlitsrøkt

11/9/2007

Vit vita at krabbameinsviðgerðin við t.d kemoterapi og strálum ávirkar útsjóndina, og er við til at geva eina broytta kroppsuppfatan. Hetta kann hava við sær, at kvinnan møguliga kennir seg meira sjúka, enn hon í veruleikanum er.

Kanningar runt um í heimi vísa, at fleiri kvinnur, sum eru raktar av krabbameini og sum fáa eftirviðgerð við kemoterapi og strálum styrkja um sjálvsálitið, um tær fáa upplæring og undirvísing í at røkta teirra útsjónd við góðari húðrøkt og make-up.Hetta ger eisini at tær kenna størri vælveru.

Vit vilja hervið bjóða kvinnum, sum eru raktar av krabbameini á skeið í húð, andlitsrøkt og at leggja make-up, soleiðis at tær kunnu fáa hugskot og nýggjan íblástur og hjálp til at varðveita útsjóndina og kenna seg væl.

Undirvísari er Elsa í Garði, kosmetologur.

Tíð og stað:Skeiðið verður í hølunum felagsins á Grønlandsvegi 58, Tórshavn, týsdagin 11. september 2007, frá kl. 13.00 til 16.00.

Fráboðan:Ynskja tygum at luttaka, vinarliga boða frá luttøku hjá Føroya Felag Móti Krabbameini telefon 317959/217957, ella á Onkologiska Ambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum telefon 304500 lokal 6210 ella lokal 6211.

Kostnaður:Skeiðið er ókeypis.

Fyrispurningar:Felagið hevur telefonavgreiðslu mánadag til fríggjadag frá kl. 13 til 15, tá skrivstovan á Grønlandsvegi 58 eisini er opin. Telefon: 31 79 59Teldupostur: ffk@krabbamein.fo

Føroya Felag Móti KrabbameiniJansy Gaardlykke, dagligur leiðari.Margret Mortensen, ráðgevandi sr. røkt.fr.