Skeið fyri avvarðandi hjá krabbmeinsjúklingum í "Síðstu hjálp"
.jpg)
Síðsta hjálp gevur tær vitan og førleikar um, hvussu tú sum avvarðandi kann vera um og stuðla einum, sum er doyggjandi.
Skeiðið verður týskvøldið 27. mai kl. 16.30-20.30 á Grønlandsvegi 58 í Havn, pláss er fyri 8 luttakarum.
Frálæra verður um hesi evni:
- Deyðin er ein partur av lívinum
- Framtíðarætlanir
- At linna
- At siga farvæl
Tað eru Hansina Mikkelsen, palliatións sjúkrarøktarfrøðingur, og Anna Kristina Joensen, ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingur hjá Krabbameinsfelagnum, sum undirvísa á skeiðnum.
Ynskir tú at hoyra nærri um skeiðið, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Krabbameinsfelagið á telefon 317959.
Tilmelding áðrenn fríggjadagin 23. mai kl. 15.00, á telefon 317959, sms til 217957 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo.