Sjúkrarøktarfrøðingur í fast starv til Krabbameinsfelagið

Sjúkrarøktarfrøðingur í fast starv til Krabbameinsfelagið
Vit søkja eftir sjúkrarøktarfrøðingi í fast starv hálva tíð frá 1. oktober 2015 ella eftir nærri avtalu.
Talan er um eitt avbjóðandi og gevandi starv, har tú millum annað fert at:
• ráðgeva,vegleiða og stuðla fólki, ið hava krabbamein, avvarðandi teirra og onnur
• ráðgeva, vegleiða og stuðla teim sjálvbodnu í felagnum
• hjálpa bólkunum í felagnum við fundum, undirvísing o.ø.
• skipa fyri tiltøkum saman við leiðsluni, t.d. fyrilestrum, hugna-løtum og sjálvhjálparbólkum
• røkja vanligt skrivstovuarbeiði
Tú hevur viðkomandi útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, royndir og dugir at samskifta við fólk í sorg og kreppu og hevur visiónir um, hvussu ein skipar hjálpararbeiði best. Tú hevur eisini teldukunnleika, dugir at orða teg á skrift, hevur umsorgan fyri tí einstaka og góð samstarvsevni.
Vit bjóða eitt dynamiskt arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar. Vit bjóða tær eisini gott, tvørfakligt samstarv, har tú verður við til framhaldandi at menna felagið og felagsarbeiðið móti krabbameini.
Talan er um eitt 0,5 starv við dag- og kvøldarbeiði. Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir við avritum av prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til:
Krabbameinsfelagið
Grønlandsvegur 58
Postboks 1216
110 Tórshavn
Umsóknarfreistin er 7. september 2015.
Tú fært meira at vita um starvið við at seta teg í samband við Jansy Gaardlykke, dagligan leiðara, á telefon 31 79 59 ella á jansy@krabbamein.fo.
