Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Sjálvhjálparbólkur fyri teg, sum hevur mist maka

11/3/2008

Ætlanin er at skipa fyri samtalubólki, har avvarðandi hitta onnur í somu støðu saman við professionellum ráðgevum innan sorg og krabbamein.

Málið við bólkinum er at geva tí einstaka møguleika at seta orð á og viðgera tær kenslur, sum tapið av makanum setur í gongd og gjøgnum samtalur í bólkinum at fáa stuðul at koma styrkt/ur gjøgnum sorgina.

Ráðgevar vera Kathrina L. Joensen, sálarfrøðingur og Margret Mortensen, ráðgevandi onkologiskur sjúkrarøktarfrøðingur.

Hevur hetta tín áhuga, kanst tú venda tær til krabbameinsfelagið, so taka vit eitt prát og greiða nærri frá ætlanini.

Ring tlf. 31 79 59 millum kl. 13 og kl. 15 (frá mánadag til fríggjadag)