Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Seinsummartiltak hjá Foreldrabólkinum

20/6/2025

Kom við til eitt stuttligt seinsummartiltak saman við Foreldrabólkinum leygardagin 30. august í Norðagøtu🧡

Vit verða á Varmakeldugarðinum og sleppa at heilsa uppá djórini, ið har búgva. Vit fara at spæla spøl og gera okkara egna dreka at flúgva við og mangt annað, her er nógv at gleða seg til.

Dagurin byrjar kl. 12.30 og vit halda á til áleið kl. 19.

Minnist til at lata tykkum í klæðir at rokast í og eftir veðrinum.

Melda til áðrenn týsdagin 26. august kl. 15.00 á telefon 317959 ella teldupost kmf@krabbamein.fo.