Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Seglbátur úr Týsklandi á Havnini

30/7/2018

Seglbátur úr Týsklandi á Havnini

Umborð á seglbátinum Magic hittu vit í dag 5 ung fólk úr Týsklandi og Eysturríki, ið øll onkursvegna hava havt krabbamein tætt inn at lívinum. Magic er á veg til Svalbard á eina Artic Challange. Tað er vælgerðarstovnurin Segelrebellen í Tysklandi, sum rekur bátin.

Stigtakarin og skiparin er Marc Naumann. Marc hevur havt heilakrabba tvær ferðir, og at sigla hjálpti Marc ígjøgnum kemoterapi. Tað hjálpti honum at hava dreymin um at hjálpa øðrum, at berjast fyri dreyminum og ikki at gevast.

Slagorðið hjá Segelrebellen er F*ck cancer – go sailing. Tey sigla á Atlantshavinum, Norðsjónum og Baltiskasjónum. Tey gera 10 daga túrar á opnum havi, alt árið runt. Ung vaksin, sum hava ella hava havt krabbamein, kunnu koma umborð og royna seg sum sjófólk. Tey eru við á jøvnum føti við restina av manningini. Tað eru royndir skiparar við umborð, sum læra tey ungu tað sum skal til.