Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Saman um krabbamein

22/10/2025

Saman um krabbamein

Sunnukvøldið 26. oktober verður landsinnsavningin hjá Krabbameinsfelagnum send beinleiðis í Kringvarpi Føroya. 

Tað er týdningarmikið, at eingi standa einsamøll, tá ið tey fáa krabbamein; tað er ein byrða, vit mugu bera í felag. Tí er tað undir heitinum Saman um krabbamein, at vit senda beinleiðis sunnukvøldið 26. oktober í 2025 frá klokkan 19.00 til 22.00. 

Hetta kvøldið fara vit at kaga í nógvar søgur hjá sjúkum og avvarðandi; vit fara at borðreiða við tónleiki og fáa undirhald, umframt at fáa innlit í arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum - og hvørja hjálp sjúk og avvarðandi fáa.

Longu nú ber til at stuðla og vera við í lutakastinum um flottu vinningarnar. Smsa SAMAN til 1551, ring 901551 ella far á heimasíðu okkara krabbamein.fo

Stuðlar tú til dømis við 600 kr. á heimasíðuni, so ert við í lutakastinum tríggjar ferðir. Tað sama er, um tú ringir ella smsar tríggjar ferðir.

Tú kanst stuðla til mánadagin 27. oktober kl. 12.00.