Saman um krabbamein - brosja til sølu

Stóra landsinnsavningin hjá Krabbameinsfelagnum verður tann 26. oktober kl. 19.00 beinleiðis í KVF, men longu nú ber til at stuðla okkara arbeiði. Keypir tú vøkru brosjuna á myndini, sum Turið Mohr hevur sniðgivið, hjálpir tú okkum at røkka longur, so tað millum annað ber til at:
- granska meira í krabbameinssjúkum og -viðgerð
- fyribyrgja og upplýsa meira um krabbameinssjúkur
- hjálpa og umboða krabbameinssjúk og teirra avvarðandi
Brosjan,sum er ein held og samstundis búmerkið hjá Krabbameinsfelagnum, fæst til keyps fyri 50 krónur á øllum Apotekunum, hjá EFFO, í FK handlunum, í Rit og rák, hjá Skilling, í Navnia, í Nips og The Body Shop í SMS. Brosjan fæst eisini hjá Navia í Vágsbotni og á Toftum. Peningurin fer óskerdur til arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum.
Vit takka av hjarta fyri allan stuðul.
