Roykibann ger stóran mun
Á hvørjum ári fáa á leið 200 føroyingar staðfest krabbamein. Altjóða metingar siga, at umleið ein triðingur av øllum teimum, sum fáa staðfest krabbamein, fáa sjúkuna orsakað av royking. Sostatt fáa millum 60 og 70 føroyingar um árið krabbamein orsakað av royking.
Og tað ber til at gera nakað við hesi keðiligu hagtøl. Ein altjóða arbeiðsbólkur av granskarum hevur kannað hvørji árin almenn roykibann hava, og niðurstøðan er greið. Roykibann ger mun.Sambært kanningini minka almenn roykibann um passiva royking, tá arbeiðspláss eru roykfrí roykja roykjarar minni, og har tað er bannað at roykja á almennum støðum, byrja færri ung at roykja.Samstundis vísir kanningin, at roykibann á almennum støðum ikki ávirkar talið av vitjanum í matstovu- og barrvinnuni.Peter Boyle, leiðari fyri altjóða arbeiðsbólkin, staðfestir tí , at almennur roykipolitikkur og roykibann hava alstóran týdning.
Royking hevur álvarsamar fylgir fyri heilsuna. Umframt lungnakrabba er royking eisini viðvirkandi til krabbamein aðrastaðni í kroppinum, m.a. í munni, hálsi, búkspýttkirtli, maga, urinbløru og lívmóðurhálsi.Royking førir eisini til aðrar lungna- og hjartasjúkur, diabetes, magasár og veikari beinagrind, og eiturevni í tubbaksroyki ávirka førleikan hjá bæði monnum og kvinnum at fáa børn.
Føroya Felag Móti Krabbamein fegnast tí um, at alment roykibann er sett í gildið í Føroyum.