RÓS TIL TÓRSHAVNAR KOMMUNU

Rós til Tórshavnar Kommunu
Á heimasíðu Tórshavnar Kommunu verður boðað frá, at Mentamálanevndin hjá Tórshavnar kommunu hevur gjørt av, at solariumsólirnar verða tiknar niður komandi ársskifti. Krabbameinsfelagið fegnast um, at kommunan ansar eftir heilsuni hjá borgarum sínum. Felagið heldur tað vera ábyrgdarleyst, at kommunur bjóða borgarum krabbaelvandi umhvørvi, tá tær samstundis skulu gjalda fyri sjúku og leking hjá borgarum. Tað er vísindaliga skjalprógvað, at solariumsól sjálvt í ógvuliga avmarkaðari nøgd er helisuskaðilig, og kann hava við sær lívshættisligan móðurmerkjakrabba.
Felagið vil tí rósa Tórshavnar kommunu fyri hetta stig.
Vinarliga
Jákup N. Olsen, formaður