Renn fyri bróstini 27. september 2015

Renn fyri bróstini 27. september 2015
Sunnudagin 27. september skipar Bót til Bata, saman við Ítróttarfelagnum Frælsi, fyri stuðulsrenning í Vágum.
Endamálið er at varpa ljós á bróstkrabba.
Runnið ella gingið verður eftir Vørunum frá Vatnsoyrum til nýggja skúlan á Giljanesi. Ein ógvuliga vakur túrur, ið er umleið 6 km.
Tá ið øll eru komin á mál, heldur Magni Mohr fyrilestur um kost og heilsu, og Elsibet Antonsdóttir syngur nakrar sangir.
Runnið verður úr Vatnsoyrum kl.13.00 stundisliga
Skrá:
Kl. 12.45 Møtast í Vatnsoyrum
Kl. 12.50 Vælkomin og upphiting
Kl. 13.00 Byrja at renna/ganga
Kl. 14.00 Vatn, frukt, kaffi/te, køka og lutaseðlasøla
Kl. 14.20 Fyrilestur við Magna Mohr
Kl. 14.40 Elsibet Antonsdóttir syngur
Kl.14.50 Lutaseðlar verða drignir
Tilmelding og gjald á FIF.FO. Kostnaður kr. 100,- fyri vaksin. Børn og ung í skúlaaldri gjalda einki.