Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Ráðstevna um krabbamein í undirlívinum

3/3/2015

10 ár eru liðin, síðani Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum varð stovnaður. Í tí sambandi verður, leygardagin 7. mars 2015, skipað fyri almennari ráðstevnu um krabbamein í undirlívinum. Ráðstevnan, sum verður hildin í Perluni í Havn, er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Ráðstevnan er skipað við fyrilesturi og verkstovum. Fyrilestrahaldari er Pernille Jensen, yvirlækni, PhD Gynækologisku deild, Odense Universitetssjúkrahúsið. Aftaná fyrilesturin verða ymsar verkstovur um evnið krabbamein í undirlívinum.

Skráin fyri dagin:

13.00 - 13.30     Í Perluni - Katrin Kallsberg, yvirlækni, serlækni í kvinnusjúkum á Landssjúkrahúsinum og nevndarlimur í Krabbameinsfelagnum setur dagin - tónleikur við Sharon Weiss og Ívar Bærentsen.

13.30 - 14.30     Í Perluni – Fyrilestur “Krabbamein í undirlívinum: sjúka, fyribyrging, eyðkenni og viðgerð” - Pernille Jensen, yvirlækni á Gynækologisku deild á Odense Universitetssjúkrahúsið.

14.30 - 14.50     Kaffisteðgur í Posthúskjallaranum

15.00 - 15.40     Í Perluni - Verkstova 1 - “Seinfylgjur og viðgerð” Pernille Jensen, yvirlækni á Gynækologisk deild á Odense Universitetssjúkrahúsið.

15.00 - 15.40     Í Miðlahúsiðinum - Verkstova 2 – “ Tvær søgur, ein sjúka” - Systrarnar Dagmar Clothier og Beinta Clothier greiða frá, ávíkavist tað at vera sjúk og avvarðandi.

15.00 - 15.40     Í Býráðssalinum - Verkstova 3 - "At koma seg eftir krabbamein" Durita Tausen greiðir frá, tá ið hon gekk maraton.

15.00 - 15.40     Í Posthúskjallaranum - Verkstova 4 – “Lívmóðurhálskrabbi: HPV-koppseting, kanningar og fyribyrging” - Ann Danielsen, yvirlækni í gynækologi á Landssjúkrahúsinum.

15.50 - 16.30     Tær 4 verkstovurnar eru einaferð aftrat.

16.30 - 16.45     Kaffisteðgur í Posthúskjallaranum

16.45 - 17.15     Í Posthúskjallaranum - Beinta Højsted, forkvinna í Undirlívsbólkinum hjá Krabbameinsfelagnum endar ráðstevnuna.

17.20 - 17.45     Kirkjukvirra v/Ann Dahl Hansen, presti, í hølunum hjá Frelsunarherinum

17.45 -                Livandi ljós í Grasagarði, Kata syngur.

Ætlar tú at luttaka, boða so vinaliga frá á kmf@krabbamein.fo ella ring til Krabbameinsfelagið á tel. 317959 innan 5. mars kl. 12.00.

Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum varð stovnaður á vári í 2005. Bólkurin er fyri kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívinum. Endamálið við bólkinum er:

·         at kvinnur við krabbameini í undirlívinum kunnu koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør aðrari og at veita hjálp til sjálvhjálp.

·         at fremja áhugamál hjá kvinnum við krabbameini í undirlívinum, mótvegis mynduleikum.

·         at savna vitan og royndir, og at fremja upplýsandi og vegleiðandi virksemi um krabbamein í undirlívinum.