Qigong við Krabbameinsfelagnum, í Runavík, 10. februar 2026
26/1/2026
.jpg)
Krabbameinsfelagið bjóðar øllum, sum hava seinfylgjur av krabbameinssjúku og viðgerð at koma og gera Qigong í Gulu Smiðju í Runavík. Vit byrja at venja 10. februar og venja týsdagar frá kl. 16.30 - 17.30.
Um tú hevur hug at royna Qigong kann tú venda tær til Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella senda okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.
Tilmelding áðrenn fríggjadagin 6. februar kl. 15.00.