Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Prostatabólkurin skipar fyri hugnaløtu 31. oktober 2018

17/10/2018

Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava haft prostatakrabba, bjóðar til hugnaløtu

Prostatabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar øllum monnum, sum hava ella hava havt krabbamein í prostata til eina hugnaløtu.

Hugnaløtan verður mikukvøldið 31. oktober kl. 19.00 - 21.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, Grønlandsvegur 58, 100 Tórshavn.

Á skránni verður drekkamunnur, prát og hugnalig samvera, umframt at Magni Mohr, phD í ítróttar fysiologi, kemur at siga frá um: Kropsliga venjing sum viðgerð av prostatakrabba.

Tá krabbamein rakar er vanligt at hava nógvar spurningar. Tørvurin á upplýsing, vitan, stuðli og hjálp kann vera stórur. Tað er gott at fáa nógva og góða hjálp frá familju, vinum og fakfólki. Okkara royndir vísa, at tað harafturat hjálpir at hitta og koma saman við øðrum í somu støðu og sum hava kent sjúkuna á egnum kroppi. At fáa eitt prát, stuðla og hjálpa hvør øðrum og í fullum trúnaði práta um tað, ið man hevur til felags og eisini um tað, ið kann vera torført og tungt at bera.

Um tú ynskir at luttaka, vinarliga boða okkum frá í seinasta lagi týsdagin 30. oktober kl. 15.00 á  317959 ella á teldupost:  kmf@krabbamein.fo