Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Oktober er bróstmánaður

2/10/2012

Allan oktober mánað varpar Bót til Bata ljós á bróstkrabba.

Fyrsta tiltak verður í SMS týskvøldið 2. oktober kl 20.00. Heiti á tiltakinum, sum SMS skipar fyri er:  "Kenn tíni bróst". Bót til Bata verður við á kvøldinum.

Skráin fyri kvøldið er:

Kenn tíni bróst

Kl 20:00              Vælkomin

Kl 20:05              Lív Næss syngur nakrar sangir

Kl 20:10              Jóhanna Andreasen hevur fyrilesturin ” Eitt lív sum er vert at liva  ”

Kl 21:00              SMS og Mylnan bjóða ábit, meðan Lív Næss spælir hugnaligan tónleik

Kl 21:15              Krabbameinsfelagið greiðir frá, hvat vit sjálvar kunnu gera fyri at fyribyrgja bróstkrabba.

Turið Horn, ið sjálv hevur verið rakt av bróstkrabba, hugleiðir fyribrygdið, um fyribyrgjan sum evnið

Kl 21:40              Lív Næss spælir nakrar sangir

Kl 21:45              Møguleiki at fáa eitt prát við kvinnur frá Bót til Bata og Siri, ið kann veita holla ráðgeving til alt innanfyri bróstprotesur og annað, ið tey hava til fólk ið verða rakt av krabbameini

Kl 22:00              Tiltakið endar

Tann 25. oktober kl. 19.00 skipar Bót til Bata fyri hugnaløtu á Hotel Hafnia, fyri kvinnum, ið hava ella hava havt bróstkrabba. Skráin fyri kvøldið verður lýst seinni.

Tilmelding til kvøldið á Hotel Hafnia kann gerast við at ringja til Krabbameinsfelagið á telefon 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo