Oktober er bróstmánaður
Føroya Felag móti Krabbameini hevur sett hol á altjóða bróstmánaðin, sum er oktober. Ljósareyða sloyfan, sum er ímyndin av stríðnum ímóti bróstkrabba, fæst longu til keyps á apotekinum í Havn og seinni í hesi vikuni fáast tær eisini í handlum kring landið. Sloyfan kostar 30 krónur og peningurin fer óskerdur til arbeiðið ímóti bróstkrabba.
Í ár er á fyrsta sinni føroysk útgáva av ljósareyðu sloyfuni. Tað eru kvinnurnar í Bót til bata, ið saman við næstringum og vinum hava evnað og gjørt sloyfurnar. Hugskotið eigur Heidi Hvidbro, ið er forkvinna í bólkinum.
Allan oktober mánað varpar Bót til bata saman við Føroya Felag móti Krabbameini ljós á bróstkrabba.
Leygardagin 21. oktober klokkan 15.00 verður almennur fyrilestur í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn, har millum onnur Maria Frederiksen fer at siga frá síni søgu.Maria er uppvaksin í Havn, men hevur seinnu nógvu árini búð í Danmark. Longu 22 ára gomul fekk hon krabbamein fyrstu ferð, aðru ferð tíggju ár seinni, og fyri seks árum síðan fekk hon staðfest krabbamein í bróstinum. Maria er ógvuliga virkin í danska krabbameinsfelagnum og heldur javnan fyrilestur um royndir sínar.
Týsdagin 31. oktober verður opið hús í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegnum í Havn fyri kvinnur, ið hava ella hava havt bróstkrabba.