Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Okkum tørvar vertir um alt landið

22/2/2019

Einki Grannakaffi uttan vertir

Vit eru mong, sum á hvørjum ári antin beinleiðis ella sum familja, vinir ella starvsfelagar fáa krabbamein tætt inn at okkum. Kenslan av hjálparloysi bankar á dyrnar, tó at spurningurin um, hvussu vit kunnu hjálpa fær okkum at lata dyrnar upp og gera eitthvørt. Til tíðir kann tað tykjast torført at fáa greiði á, hvussu vit best kunnu veita hjálp, men einfalda loysnin er at hjálpa teimum, sum longu hjálpa.

Tí hevur Krabbameinsfelagið tikið stig til Grannakaffi. Grannakaffi er liður í støðuga arbeiðinum hjá felagnum og byggir á tað, sum vit føroyingar frammanundan duga serliga væl; at hugna okkum og vera saman í gaman og álvara. Les meira um grannakaffi her.

Freistin at tekna seg sum vert fyri Grannakaffi 2019 er mikudagin 6. mars 2019, melda til her.

Trýst her fyri at sleppa inn á kortið og síggja hvar Grannakaffi verður í ár.