Hitt okkum

Hitt okkum

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum og hoyra meira um, hvat vit hjálpa við.

+298 317959
kmf@krabbamein.fo
Krabbameinsfelagið á Facebook

Vit halda til á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Okkum tørvar vaktir til gongu½maraton

8/5/2019

Okkum tørvar vaktir til gongu½maraton

Aftur í ár skipar Bragdið fyri marathon renning í Tórshavn. Nú eita vit Atlantic Airways Tórshavn marathon.

Í hesum sambandi hava vit brúk fyri nógvum hjálparfólkum og vit heita á  øll sum hava hug at hjálpa til, um at tekna seg. Vit hava serliga brúk fyri hjálparfólki úti á rutuni, sum kann standa vakt og til at hjálpa og vegleiða rennarar. Eisini er neyðugt at ansa eftir, at koyrandi ferðsla ikki kemur inn á vegir har runnið verður. Øll fáa neyva kunning áðrenn.

Eitt stórt tiltak sum Tórshavn Marathon hevur tørv á nógvum, nógvum vaktum. Er hetta nakað fyri teg ber til at lesa meira og tekna teg til at standa vakt fyri okkum her: https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/836161/order/info

Atlantic Airways Tórshavn marathon verður sunnurdagin 2. juni og byrjar kl. 13. Vaktirnar byrja tó kl. 12:45, tá vegirnir stongja. Vegirnir eru stongdir til kl. 19. Tó er ein partur sum letur uppaftur kl. 14:30. Vit hugsa okkum at vaktirnar standa uml. 2-3 tímar.

Aftaná vaktina eru øll vælkomin í Reinsaríið/Perlutorgið, til hugnaløtu, har hjálparfólk og rennarar hittast..