Ókeypis skeið í makeup, hár- og húðrøkt

Ókeypis skeið í makeup, hár- og húðrøkt
Skeið í makeup, hár- og húðrøkt verður mánakvøldið 6. december kl. 18.15 í The Body Shop í SMS, tiltakið er ætla fyri kvinnur, ið eru í viðgerð fyri krabbamein.
Asloy og Noomi frá The Body Shop fara at greiða frá um húðrøkt og makeup. Hjá summum kann húðin broytast og gerast sartari. Tískil er gott at vita, hvussu húðin skal røktast rætt. Makeup kann gera, at daglidagurin kennist lættari, av tí tú følir teg frískari við einari lættari makeup.
Fríðgerð frá Salong Fríðgerð fer at greiða frá, um hvørjir møguleikar eru, nú tú missur hárið; skalt tú hava parykk, hvussu bindir tú turruklæðið uppá ein smartan máta, hvørjar húgvur eru at fáa og hvussu røktar tú hárbotnin? Ja, spurningarnir eru nógvir, og Frígerð fer at geva tær íblástur til tín tørv.
Skeiðið er ókeypis.
Tilmelding er seinasta lagi 5. december hjá The Body Shop á telefon 319505 fartelefon 519505 ella ring til Salong Fríðgerð telefon 511545
Verið vælkomin